Stjórin í norska Fólkaheilsustovninum, Camilla Stoltenberg, eggjar fólk til at lata seg koppseta, sjálvt um tíðin kann vera eitt sindur ópassandi. Summarfrítíðin ger, at fleiri kommunur hava trupult við at fylla upp við fólki til koppingartímarnar.
Tilsamans 13 kommunur hava boðað Heilsustovninum frá, at tær hava ikki brúk fyri øllum koppingarevninum, sum teir hava krav uppá.
Fleiri norskar kommunur hava boðað frá, at nógv fólk møta ikki til tíðirnar, tá tey eiga koppseting, og nógv ringja heldur ikki og biðja um nýggjar tíðir.
- Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til, at kommunur hava boðað frá, at teimum ikki nýtist so nógvar skamtar av koppingarevni. Onkrar kommunur kunnu vera komnar so langt við koppseting, at teimum ikki tørva so nógvar skamtar.
Stjórin í norska Fólkaheilsustovninum, Camilla Stoltenberg, heldur, at ein onnur orsøk kann vera, at undirtøkan fyri koppseting millum tey ungu ikki er eins góð og millum tey eldru.
Hon leggur aftrat, at Fólkaheilsustovnurin fer at hyggja neyvari at, hví fleiri ikki møta til koppseting. Stjórin leggur stóran dent á týdningin av, at fólk biðja um tíð til koppseting, tá tey hava møguleikan til tess og taka av tilboðnum at lata seg koppseta.
Camilla Stoltenberg sigur, at tey, sum fáa í boði koppseting í Noregi nú, eru fólk í aldrinum millum 18 og 44 ár. Hon vísir á, at fólk, sum ikki taka av møguleikanum, nú tey fáa hann, fáa ein nýggjan møguleika seinni, men nær tað verður, veit hon ikki.
- Tey, sum ikki lata seg koppseta, eru heldur ikki vard, og hetta kann fáa avleiðingar fyri fólkið sum heild, eins og hetta fær ávirkan á, nær landið kann lata uppaftur, sigur stjórin í norska Fólkaheilsustovninum.