- Tað eru nógvar útreiðslur av at reka útróður, og tú skalt hava 10 krónur fyri hvørt kilo, áðrenn útreiðslurnar eru dekkaðar, sigur Maggi í Hjøllum, útróðrarmaður, sum vit hittu í góðveðrinum.

Maggi hevur egnarar úr Nepal

Útróður er doyggjandi vinna. Soleiðis hevur tað verið leingi. Í fleiri bygdum, sum áður vóru útróðrarbygdir, er lítil og eingin útróður longur.

- Tað eru nógvar útreiðslur av at reka útróður, og tú skalt hava 10 krónur fyri hvørt kilo, áðrenn útreiðslurnar eru dekkaðar, sigur Maggi í Hjøllum, útróðrarmaður, sum vit hittu í góðveðrinum.

Útróðrarbygdirnar vóru nógvar, størri og smærri. Her var nógv egning, og her lærdu børnini av teimum tilkomnu og eldru. Hetta var sosialt, og hetta var ein týðandi partur av bygdamentanini.

 

Í Klaksvík var nógvur útróður, og her var eitt størri tal av útróðrarbátum enn nakra aðrastaðni í Føroyum. Á Stongunum vóru nógvir egningaskúrar í brúki. Nú er agnroykurin at kalla burtur.

 

Aðrar útróðrarbygdir vóru eitt nú Hvannasund, Leirvík, Toftir, Strendur, Eiði, Sørvágur og Skopun. Í Suðuroy var eisini útróður. Sjálvt í fleiri smáum bygdum vóru útróðrarbátar, og her vóru fiskakjallarar.

 

Í góðveðrinum í gjár, tá vit vóru ein túr eftir bryggjuni á Toftum, hittu vit útróðrarmannin, Magnus í Hjøllum, vanliga róptur Maggi. Hann hevur útróðrarbátin, Heidi, upprunaliga ein Starlet 29.

 

- Eg havi longt bátin nakað her inni hjá Univice í Runavík, so báturin nú bæði er betri og róligari í sjónum - ja, eg vil siga, at báturin er ikki til at kenna aftur. Hetta er ein heilt annar bátur.

 

Spurdur, hvat er eftir av útróðri á Toftum, sigur Maggi í Hjøllum, at her er ógvuliga lítið eftir í mun til tað, sum einaferð var. Ein útróðrarmaður - ella kanska tveir - um vit rokna meg uppí, sigur hann brosandi.

 

- Jú, vit eru einir tveir, sum royna at hanga í, tá løturnar eru. Restin er mest frítíðarvinna. Eingin tímir at rógva út longur, og tað er heldur ikki lætt at fáa línuna egnda. Tað er ikki nú sum fyrr, sigur hann.

 

Maggi í Hjøllum sigur, at hann hevur tvær ungar kvinnur, sum egna hjá honum. Tær eru úr Nepal. Menninir hjá teimum arbeiða her heima, og tær eru so eisini komnar hendavegin.

 

Ungdómurin fæst næstan ikki at egna longur.

 

- Mammurnar tíma ikki, at børnini egna, tí tey lukta av agni, tá tey koma heimaftur. Soleiðis var ikki fyrr. Vit kundu fara í skúrin, áðrenn vit fóru í skúla - og var ein frítími, kundu vit leypa oman í skúrin.

 

Hann sigur, at ungu kvinnurnar úr Nepal roynast væl sum egnarar, og hann heldur, at tær gera hetta mest fyri at tjena sær nakrar lummapengar, nú menninir hava fast arbeiði her heima.

 

Maggi í Hjøllum vísir á, at tað eru nógvar útreiðslur av at reka útróður, og tú skalt hava í minsta lagi 10 krónur fyri hvørt kilo av fiski, áðrenn útreiðslurnar eru dekkaðar. 

 

- Tað fer nógv burtur av hvørjum kilo, tú fiskar. Í fyrsta lagi eru tað landingar-og søluútreiðslur, agn, egning og olja - og síðan almenn gjøld sum eitt nú barsilsgjald, sum eisini er álagt okkum, sigur útróðrarmaðurin á Toftum.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

- Tað eru nógvar útreiðslur av at reka útróður, og tú skalt hava 10 krónur fyri hvørt kilo, áðrenn útreiðslurnar eru dekkaðar, sigur Maggi í Hjøllum, útróðrarmaður, sum vit hittu í góðveðrinum.