Magne hevur blandað kortini av nýggjum

Conference League: Magne Hoseth hevur gjørt tríggjar broytingar á liðnum

B36 skal skjóta minst tvey mál á Tórsvølli í kvøld móti FK Auda, um árstalsfelagið skal hava nakran kjans at koma víðari úr 1. undanumfarinum í Conference League kappingini. Magne Hoseth, venjari hjá B36, hevur nú sett liðið.

 

Tað er tríggjar broytingar frá liðnum, sum tapti 2-0 í Lettlandi fyri eini viku síðan. Magnus Egilsson er skaddur og ikki við í hópinum. Jelle van der Heyden og Bjarki Nielsen hava heldur ikki vunnið inn aftur í liðuppstillingina.

 

Í teirra stað koma Símun Sólheim, Michal Przybylski og Zean Dalügge. Tað er enn eitt sindur óvist júst hvussu B36 ætlar at spæla. Portal.fo, sum er á staðnum, gitar at tað verður antin 3-5-2 ella 3-4-3.

 

Vit seta her liðið eftir førimuni í eini 3-5-2. Talan er um teir røttu 11, men kanska ikki heilt í rættari rekkjufylgju. Dysturin byrjar klokkan 18 og kann síggjast fyri 100,- krónur við at trýsta HER

 

B36 (3-5-2): Silas Eyðsteinsson - Jann Benjaminsen, Vilmer Rönnberg, Thomas Lillo - Símun Sólheim, Anton Søjberg, Mattias Hellisdal, Michal Przybylski, Fabian Ø. Ness - Hannes Agnarsson, Zean P. Dalügge