Magne spælir fyri 2,8 milliónir krónur

Conference League: Magne Hoseth og B36 skulu vinna við fleiri málum í kvøld

Í kvøld klokkan 18 tekur B36 móti lettiska FK Auda á Tórsvølli í 1. undanumfarinum í Conference League kappingini. FK Auda vann eitt sindur óvæntað 2-0 á heimavølli. Samanlagdi vinnarin fær 2,8 krónur.

 

Tað var nærmast dreymakent, tá føroysku liðini B36 og Víkingur fingu lettiska mótstøðu í fyrsta undanumfarinum í Conference League kappingini. Tað bar so í bandi, at bæði feløgini kundu ferðast saman til Lettlands, men bara Víkingur kom aftur við stigi í posanum.

 

B36 tapti 2-0 móti einum álopssinnaðum FK Auda. Serliga seinna málið, sum kom í 85. minutti, kom illa við í samlaða rokniskapinum. Tað merkir, at B36 skal skorað minst tvær ferðir bara fyri at koma í brotssparkskapping.

 

Boðini úr B36 leguni eru, at tað verður sami hópur til hendan dystin, sum var við í Lettlandi. Tað merkir millum annað, at Andras Johansen framvegis er skaddur, og at týðandi miðverjin, norski Thomas Lilo, nærkast dystarformi og kann spæla heilan dyst. Tó er ivasamt, um Magnus Egilsson verður tøkur.

 

Magne Hoseth, venjari hjá B36, sigur í samrøðu við portalin, at sokallaða “rest-verjan” hevur stóran týdning. Hetta tí stóra styrkin hjá heldur óskipaða lettiska liðnum er skjótu vengurnir, tá farið verður í mótálop.

 

B36 sleppur ikki undan at leypa á, men soleiðis kenna vit best B36. Dysturin verður klokkan 18 í kvøld.