Magne verður diplomatiskur

Conference League: Magne Hoseth ætlar at greiða frá, at hann einki átti í korona-dystinum í 2020

Tað var satt rok, tá Slovan Bratislava og KÍ skulu spæla í Klaksvík í Champions League í 2020. Tvær ferðir bleiv hópurin hjá Slovan Bratislava steðgaður av positivum koronaroyndum. Tað fall ikki í góða jørð hjá leiðsluni og viðhaldsfólkunum úr Slovakia.

 

Lagnan vildi tað so, at Slovan Bratislava og KÍ nú møtast aftur. Hesa ferð í bólkaspælinum í UEFA Conference League. Nú er Magne Hoseth venjari hjá KÍ og ætlar sær at verða diplomatiskur á tíðindafundinum.

 

- Eg havi tíbetur ein tíðindafund dagin fyri dystin, har eg kann greiða teimum frá, at eg einki átti í hasum rokinum. Kanska tað kann sissa tey eitt sindur, sigur Magne Hoseth brosandi eftir 1-1 javnleikinum móti B68 mánakvøldið.

 

KÍ hevur ferðast í mrgun og er komið til Slovakia seinna í dag. Tað er eitt sindur óvist hvørja móttøku KÍ fær í Bratislava eftir hendingina í 2020. Hon er heilt víst ikki gloymd, men helst er hevndarhugurin minkaður nakað hesi trý árini.

 

Dysturin millum Slovan Bratislava og KÍ verður í annaðkvøld klokkan 20. TV2 Play vísur dystin.