Magnus Rasmussen seksti ár í dag

Í dag fyllir landsstýrismaðurin í umhvørivs- og vinnumálum seksti

Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum var tilnevndur landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum 19. august 2021, tá hann tók við eftir at Helgi Abrahamsen fór frá.

 

Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum umsitur m.a. alimál, ferðavinnu, sjóvinnumál, veterinermál, orkumál, tryggingarmál, búnaðarmál, umhvørvismál, náttúrumál, kommunumál, integratión, tinglýsing, fjarskiftismál, umframt vinnufeløg og vinnumál.

 

Magnus Rasmussen, sum býr í Lamba, varð fyrstu ferð valdur á Føroya løgting í 2015. Hetta samgonguskeiðið hevur hann verið formaður í Løgtingsins fíggjarnevnd.

 

Hann var borgarstjóri í Runavíkar kommunu frá 2009 til 2015.

 

Magnus Rasmussen er føddur 28. november 1962, hann er giftur Eydnu Rasmussen og tey eiga tvey børn.