Málningaframsýning á Hotel Brandan leygardagin

"Kvinna tú ert frí" er heitið á málningaframýningini hjá Stellu Zachariassen á Hotel Brandan leygardagin

"KVINNA TÚ ERT FRÍ"

 

Hetta er heitið á málningaframsýning hjá Stellu Zachariassen, sum verður á Hotel Brandan leygardagin 1. Apríl frá klokkan 15 til 20.

 

Hvørt ár málar Stella eina málningarøð við sínum eyðkendu málningum, ið hon nevnir: "Red Thread" málningarøðin. Hesir málningar eru málaðir við gráum og reyðum.

 

Í ár hevur Stella gjørt av at málningarnir, sum hon sýnir fram, eru grundaðir á kristnu trúnna við serligum atliti at heimila og motivera kvinnur, lýsa bíbliusøgur og orð til íblástur. Sjálvt um málningarnir eru grundaðir á trúgv hennara, so undirstrikar Stella, at øll eru hjartaliga vælkomin at vitja málningaframsýningina. 

 

Hvørt ár málar Stella eisini ein málning við krossfesting Jesusar, og hetta ger hon eisini í ár og verður tann málningurin eisini við á framsýningini.

 

Framsýningin verður ein dag og tað er leygardagin 1. apríl á Brúnni á Hotel Brandan. Fernisering verður klokkan 15, har tær tríggjar: Kezia Zachariassen, Annika Skorheim Guttesen og Poula Dalbø fara at dansa dynamiskan hip-hop dans.