Margit og liðfelagarnir vunnu fjúrtanda sigurin á rað

EH Aalborg er oddalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Føroyski málverjin og hennara liðfelagar í EH Aalborg halda fram við drúgvu sigursrøðini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Í dag vann EH Aalborg 29-23 á Roskilde á heimavølli. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-12.

 

Talan er um fjúrtanda sigurin á rað hjá EH Aalborg í deildini. 

 

EH Aalborg tapti fyri Ringsted í fyrsta umfarinum, men hevur síðani tað gjørt slætt borð. 

 

EH Aalborg er fremst í deildini 28 stigum fyri 15 dystir. Holstebro hevur 24 stig á øðrum plássi.