Margit Stórá í hernað ímóti royking

Samgongan fer í hernað ímóti royking. Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum

 

– Tað skal verða nógv dýrari at keypa sigarettir, og tað skal verða nógv verri at fáa fatur á sigarettum.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, í samrøðu við Sosialin í dag.

Hon vísir á, at tað er einki, sum er so vandamikið fyri fólkaheilsuna sum royking. 

Tað er langt síðani staðfest og nú ætlar Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, sær eisini í hernað ímóti royking. 

Í nýggjastu krabbameinsætlanini eru fleiri tilmæli um at fyribyrgja krabbameini. 

Royking er nógv tann størsta orsøkin til, fólk fáa krabbamein. Eini 15 prosent av øllum tilburðum av krabbameini, standast av royking. 

Samstundis eru tað yvir 80 prosent av øllum tilburðum av lungnakrabba sum stava frá royking. 

Meira kann lesast um málið í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo

Í Sosialinum er eisini samrøða við Dorit Hansen, sum saman við øðrum er farin undir at endurstova Spinnaríið í Klaksvík, har tey fara at mikrospinna føroyska ull.

Í blaðnum er eisini stórt innlegg um kappróðurin, sum byrjar á norðoyastevnu í morgin.