Mattias vann og Adrian skoraði upp á dreymafríspark

Tað bleiv ein sigur ein ein javnleikur til føroyingaliðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag

Føroyingaliðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini spældu seinnapartin í dag fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.

 

Mattias H. Lamhauge vardi málið hjá FC Fredericia sum vann ein góðan 3-1 sigur á útivølli á Sebastian Pingel og liðfeløgunum í AC Horsens.

 

AC Horsens var á odda 1-0 í steðginum, men í seinna hálvleiki kom Fredericia sterkt aftur og skoraði trý mál.

 

Fredericia Dagblad letur illa at avrikinum í fyrra hálvleiki, men stórfegnast um avrikið og hugburðin Fredricia vísti í seinna hálvleiki. 

 

Sambært hagtølunum hevði Mattias fimm bjargingar. 

 

AC Horsens-FC Fredericia 1-3 (1-0)

 

1-0 Marinus Larsen (32.),

 

1-1 Asbjørn Bøndergaard (48.),

 

1-2 Jonatan Lindekilde (53.),

 

1-3 Gustav Marcussen (82.)

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. 

 

Adrian R. Justinussen spældi allan dystin, og Daniel Johansen slapp ikki upp í part, tá Hillerød á heimavølli spældi javnleik 2-2 móti Hobro.

 

Stutt undan steðginum javnaði Adrian til 1-1 við einum dreymafrísparki. Seint í seinna hálvleiki hendi tað margháttliga, at Gregers Arndal-Lauritzen hjá Hillerød fyrst gjørdi sjálvmál, men gjørdi síðani skaðan góðan aftur í yvirtíðini við at javna til 2-2.

 

Hillerød-Hobro 2-2 (1-1)

 

0-1 Frederik Christensen (14.)

 

1-1 Adrian R. Justinussen (43.)

 

1-2 Sjálvmál (82.)

 

2-2 Gregers Arndal-Lauritzen (92.)

 

Enn er frísparksmálið hjá Adriani ikki tøkt, men tað fyrsta tað er tøkt fáa vit tað út á in.fo.