Meðan Trump rindar advokatrokningar savnar Biden flest pengar

Trump er higartil aftan fyri Joe Biden, sum hevur savnað flest pengar inn til valstríðið

 

Fyrrverandi forsetin Donald Trump hevur fýra rættarmál hangandi yvir sær, teirra millum málið um hýssjpengar, sum byrjaði í statinum New York mánadagin. - Foto: Jeenah Moon/Ritzau Scanpix

Liðið hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Donald Trump boðaði í nátt frá, at fyrrverandi forsetin hevur savnað 15 milliónir dollarar afturat í mars til valstríðið.

Tað svarar til 105 milliónir danskar krónur og er sambært tíðindastovuni Reuters nógv meira, enn tey savnaðu undanfarna mánað.

Fyrrverandi forsetin fer at royna aftur at vinna Hvítu Húsini, tá val verður í USA í november.

Trump hevur higartil darlað aftanfyri í mun  til sitandi forsetan, Joe Biden, sum hevur savnað nógv fleiri pengar til sítt valstríð.

Liðið hjá Biden hevur savnað meira enn 43 milliónir dollarar í mars og kundi harvið fara inní apríl við 85 milliónum dollarum í kassanum. Tað eru 595 milliónir krónur.

Liðið hjá Trump hevur upplýst, at hjá republikanarunum standa 45 milliónir dollarar á kontuni. Tað svarar til 315 milliónir krónur..

Fyrrverandi forsetin hevur upplýst, at hann í februar mánaði savnaði 11 milliónir dollarar.

Sambært politisku starvsfólkum var rokningin fyri juridiska hjálp í februar upp á 3,6 milliónir dollarar. Tað savarar til góðar 25 milliónir krónur.

Trump hevur tilsamans fýra revsimál hangandi, teirra millum rættarmálið um hýssj-pengar, sum mánadagin byrjaði í statinum New York.

Sambært veljarakanningum er tætt millum teir báðar kappingarneytarnar.

Innsavnaði peningurin fer til lýsingar, kampanjustarvsfólk og veljaratiltøk.

Tað er tó ikki vist, at valevnið við flestu pengunum fer við sigrinum. Í 2016 savnaði Hillary Clinton fleiri pengar enn Donald Trump, men republikanarin endaði sum forseti.

/ritzau/

 

 

 

Fyrrverandi forsetin Donald Trump hevur fýra rættarmál hangandi yvir sær, teirra millum málið um hýssjpengar, sum byrjaði í statinum New York mánadagin. - Foto: Jeenah Moon/Ritzau Scanpix