Mest veksur um sítt virkisøkið

Mest hevur í dag gjørt avtalu við Dansk PE Svejsning um yvirtøku av PE Sveising Føroyar.

 

 

 

 

Sáttmáli er eisini undirskrivaður millum fyritøkurnar um samstarv, sum snýr seg um útbúgving av fólkum á Mest og um útrokningar av dimensiónum og tekniska ráðgeving. Dansk PE Svejsning hevur meiri enn 20 ára royndir innan økið og hevur veitt nógvar loysnir til kommunur, biogassvirkir og onnur.

 

- Í Føroyum hevur PE Sveising Føroyar eitt nú staðið fyri nýggja biogassvirkinum - Førka hjá Bakkafrosti - umframt, at fyritøkan hevur veitt loysnir til landbúnð og skipavinnuna.  Hetta er ein fyritøka, sum veitir kappingarførar vørur og tænastur, og tvær ferðir er fyritøkan tilnevnd sum sokallað gazellefyritøka.

 

Tað siga tey á Mest á síni heimasíðu í dag.

 

##med2##

 

Víst verður á, at í samband við avtaluna, sum nú er undirskrivað, er David Leifsson, sum higartil hevur starvast hjá PE Sveising, settur í starv á Mest.

 

- David verður formaður á nýggju plastdeildini hjá Mest í Runavík. Goymsla og skrivstova verður eisini hjá Mest í Runavík, og deildin hevur longu nógv at gera. David hevur 10 ára royndir innan plastsveising og er góðkendur - ella sertifiseraður plastsveisari, vita tey á Mest at siga í dag.

 

##med3##