Mette Frederiksen og stjórnaleiðslan vitja bumbaðan bý í Ukraina

Forsætisráðfrúan, verjumálartáðharrin og uttanríkisráðharrin hava vitjað særdar hermenn á ukrainskum sjúkrahúsi.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, hevur í dag vitjað ukrainska forsetan. - Foto: Ukrainian Presidential Press Ser/Reuters  

Ukrainski forsætisráðharrin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at hann í dag hevur vitjað eitt sjúkrahús í ukrainska havnarbýnum Mykolajiv saman við Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark.

Tað skrivar Reyters. Sama ger Zelenskyy á sosiala miðllinum Telegram.

– Saman við donsku forsætisráðfrúuni Mette Frederiksen hava vit vitjað særdar ukrainskar hermenn á einum sjúkrahjúsi í Mykolajiv, skrivar Volodymyr Zelenskyj.

– Tað hevur stóran týdning av krígsfólk okkara fáa ikki bara psykiska men eisini psykologiska endurvenjing. Eg eri takksom fyri allar læknarnar, sum hugsa um heilsuna hjá hermonnum okkara.

Á eini video, sum Zelenskyj eisini hevur almannakunngjørt á Telegram – og sum miðilin The Kyiv Independent deilir á Twitter, sæst, at Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri, og Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, eisini eru við í Ukraina.

 

##med2##

Mykolajiv var millum fyrstu býir, sum vórðu álopnir av russiskum deildum, tá Russland í fjør gjørdi innrás í Ukraina.

Undan krígnum búðu hálv millión fólk í býnum. Mett verður, at umleið 230.000 enn búgva í býnum. Restin er flýdd ella dripin í bumbingunum.

Ukrainski forsetin bað í mars í eini røðu til Fólkatingið Danmark um hjálp við at endurbyggja Mykolajiv, og Danmark hevur átikið sær eina leiðandi leiklut í tí arbeiðinum.

Danska TV2 hevur gjørt samrøðu við Mette Frederiksen í Ukraina og har sigur forsætisráðfrúan, at tað enn er nógv at gera við endurbyggingini. Hon nevnir reint drekkivant og skúlar til børnini.

– Tað er ein risastór uppgáva, og hana skal Danmark vera við til at loysa.

Zelenskyj nevnir eisini donsku hjálpina til endurbygging í einum uppslag á Telegram.

– Síðani innrásina hevur Danmark hjálpt og stuðlað Mykolajiv, skrivar hann.

/ritzau/

 

##med3##

 

##med4##

 

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, hevur í dag vitjað ukrainska forsetan. - Foto: Ukrainian Presidential Press Ser/Reuters  

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, hevur í dag vitjað í Ukraina og ukrainska forsetan. - Foto: Ukrainian Presidential Press Ser/Reuters  

Mette Frederiksen forsætisráðfrú hevur vitjað Ukraina og ukrainska forsetan. - Foto: Ukrainian Presidential Press Ser/Reuters

Stórir partar av Mykolajiv eru lagdir í oyði av russiskum bumbingum. - Foto: Yelyzaveta Krotyk/Ritzau Scanpix