Michal er sera lættur um hjartað

Framrættaði tvímálaskjúttin er fegin um, at hann loksins fekk møguleika at vísa HB fjepparunum, at teir kunnu rokna við honum

Tølini siga, at hetta hevur ikki verið árið hjá Michal Przybylski. 23 ára gamli framrættaði Michal skifti í vetur úr B36 og til grannarnar í HB. Fyrri partur av kappingarárinum hevur ikki verið nakað serligur. Michal hevur verið við í 11 dystum. Hann er útskiftur fýra ferðir og innskiftur fimm ferðir, og hann hevur skorað eitt mál í landskappingini. Tað var 19. mars, tá ið hann í Sarpugerði legði HB á odda 1-0. Úrslitið var, at Víkingur vann 2-1.

 

Í kvøld skoraði Michal Przybylski tvey mál ella tvífalt so nógv, sum hann higartil í ár hevur skorað í landskappingini. Hann er ovurfegin, nú hann fekk møguleikan og skoraði tvey mál:

 

-Hetta árið hevur ikki verið nakað serligt hjá mær. Tríggjar tær síðstu vikurnar hava vit vant sera nógv og hart, og tá ið eg so fekk møguleikan, eri eg sera fegin um, at tað riggaði at liva upp til álitið.

 

Tú skoraði tvey tey fyrstu málini?

 

-Tað fyrra var snaring við ytru síðu á fótinum eftir innlegg úr vinstru frá Dániel Johansen, og beinanvegin eftir steðgin sendi Heri Mohr langa sending fram úr høgru. Mikkel Dahl læt bóltin fara, so var eg leysur, og tað var fantastiskt at síggja bóltin fara í handara síðunetið, sigur Michal Przybylski, og hann heldur fram:

 

-Eg eri fegin um, at eg í kvøld fekk møguleika at geva HB nakað afturfyri, at felagið í fjør skrivaði sáttmála við meg. Nú fara vit at fyrireika okkum, og hóast tað verður torført í grasi, stórum vølli og í nógvum hita, so eiga vit at avrika soleiðis, at vit megna at vinna okkum víðari í kappingini.