Miðaloddsini upp á sigur til KÍ í Bratislava eru 5,36

Her eru oddsini hjá 16 altjóða veddingarfyritøkum upp á Europa Conference League dystin millum Slovan Bratislava og KÍ

Í kvøld klokkan 20 verður føroysk fótbóltssøga skrivað.

 

Tá byrjar dysturin í bólki A í Europa Conference League millum Slovan Bratislava og KÍ niðri í Bratislava. Talan er um fyrsta dystin hjá einum føroyskum liði í einum evropeiskum bólkaspæli.

 

16 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og ikki óvæntað hava tær allar Slovan sum favoritt til at vinna dystin. Tó eru oddsini upp á Slovan hægri enn oddsini vóru upp á Ferancvaros, Häcken, Molde og Sheriff Tiraspol, tá tey møttu KÍ á heimavølli í Champions League og Europa League undankappingini.

 

Miðaloddsini upp á heimasigur til Slovan eru 1,58. 

 

Miðaloddsini upp á útisigur til KÍ eru 5,36.

 

Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt gott úrslit fyri KÍ eru 4,04.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##