Mikkjal tapti tepurt móti liði úr bestu deildini

Mennirnir hjá Mikkjal Thomassen taptu 2-3 fyri Strømsgodset

Føroyski høvuðsvenjarin hjá Fredrikstad, ið spælir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini fær sínar menn hart sparraðar í hesum døgum.

 

Fyri stuttum tapti Fredrikstad 1-2 fyri svensku meistarunum, Häcken á útivølli.

 

Í dag spældi Fredrikstad dyst móti Strømsgodset úr bestu norsku fótbóltsdeildini á uttanveltaðum vølli hjá Lillestrøm.

 

Fredrikstad tapti tepurt 2-3 fyri elituseriu-liðnum. Í steðginum var støðan javnleikur 2-2.

 

Jóannes Bjartalíð er enn darvaður av skaða, og Brandur H. Olsen er heldur ikki klárur enn.

 

Komandi leygardag spælir Fredrikstad venjingardyst móti Kongsvinger.