Hvat bilmerki koyrir tú?
- Mín bilur er ein Opel Grandland.
Tað sigur Annsy Høghamar, borgarstjóri í Eiðis kommunu.
Koyrir tú diesel-, bensin-ella el-bil?
- Eg koyri diesel.
Kann tað hugsast, at tín næsti bilur verður ein el-bilur?
- Ja, ætlandi verður hetta ein el-bilur.
Hvørjar tankar hevur tú um el-bilar?
- Eg eri fyri grønari orku og vóni, at fleiri fara at keypa sær el-bil. Tað er eitt fet á røttu leiðini, heldur Annsy Høghamar.
Í VikuskiftisSosialinum seinastu viku var serblað um bilar, og her settu vit borgarstjórum nakrar spurningar um bilar.