Minnilutafestivalur bjóðar stóra filmsskrá

Føroyski minnilutafilmsfestivalurin verður hildin í Havn fimta árið á rað

Tað er eitt serstakt ár í ár fyri Faroe Islands International Minority Film Festival, sum hátíðarheldur 5. árið á rað og bjóðar samstundis eisini størstu skránna nakrantíð. Fyriskipararnir eru sera ernir og væl nøgdir við samansettu skránni, ið bjóðar uppá heimildarfilmar, spælifilmar, verkstovur, barnasýning, pallborð, framløgur og annað.

 

Filmsstevnan ferðast kring minnilutar av ymsum slagi.

Tað verða bæði sokallaðir smalir filmar og meiri ‘main-stream’-filmar at síggja.

Øll skráin verður at síggja á heimasíðuni fimff.org. Møguligt er at keypa sonevnt festivalpass, sum umfatar allar sýningar, og atgongumerki til einstakar filmar.