MISTRIVNAÐUR SMITTAR – MEN TAÐ GER TRIVNAÐUR EISINI

Annika Helgadóttir og Monika Mohr hava fyri stuttum latið gjørt eina kanning um “Sálarligu heilsuna hjá ungum føroyingum”.

 

Í kanningini kom fram, at tey ungu ímillum 18-34 ár meta seg hava ringastu sálarligu heilsuna ímillum føroyingar og eru í størsta mistrivnaði. Alt skal ganga skjótari og skjótari, øll skulu skjótt ígjøgnum útbúgvingar og man skal vita so tíðliga sum gjørligt hvat man vil restina av lívinum. Hetta bara fyri at finna lukku í lívinum. Stein omaná byrðu - er so fíggjar- og bústaðarstøða eisini nakað, ið tyngir ómetaliga nógv.

 

 

 

Sami aldursbólkur, sum er minst umboðaður í valevnum, metur seg hava tað truplast. Eg kann ikki annað enn undrast.

 

 

 

Kann tað vera av tí, at vit hava skapt okkum eitt samfelag, sum ikki í nóg stóran mun umboðar okkara ungu? Politikkarir royna at berjast um kapp við at geva vallyftir um sálarfrøðiliga hjálp, ókeypis sálarfrøði, færri karakterir og meira umsorgan, meðan bíðirøðirnar til psykiatriina bara veksa.

 

 

 

Sambært heimskenda sosiologinum Hartmut Rosa, so stendist hesin mistrivnaðurin als ikki av veikari ella vánaligari sálarheilsu, men tvørtur ímóti stendist mistrivnaður í dag av klárskygni og framskygni -  tey ungu hava nemliga í ólukkumát innsæð tað, sum tey ráðandi enn ikki hava fatað:  tað er nakað spinnandi galið við okkara samfelags mynstrið.  Tað er nakað galið í mátanum, ið vit hava uppbygt okkara samfelag. Hetta ger, at tey ikki kenna seg aftur, og at tey ikki ynskja at víðariføra hetta samfelagið. Politikarar renna runt og sløkkja eldar. Vísa á, hvat vit síggja er við at ganga galið, men koma ikki við loysnum!

 

 

 

Rosa sigur, at vit heldur skulu hyggja at teimum rótfestu strukturunum, ið vit lata mynda okkara samfelag. Vit koma ongan veg við einans at sálarfrøðilig-gera okkara avbjóðingar – vit mugu broyta skipanina. Hetta er ikki nakað, man kann ávirka í einum valstríði. Tað tekur ár.

 

Vit skulu koma hartil, at politikkur ikki bara handlar um hvør fær hvat. Politikkur skal handla um, hvussu vit saman kunnu skapa eitt betri samfelag fyri okkum øll. Og í dag merkir tað betri heim fyri øll, tí:

 

 

 

  • Tað er ein sannroynd at mistrivnaður smittar – men tað ger trivnaður sanniliga eisini.

 

 

 

Valið hesaferð stendur ímillum, at vit sjálvi taka ábyrgdina og skapa loysnirnar, ella at vit lata standa til og lata onnur seta kósina. Tað hevur kostað okkum ómetaliga dýrt tey seinastu árini.

 

 

 

Søgan hevur lært okkum, at skulu vit skapa eina framtíð í Føroyum, mugu vit taka framtíðina í egnar hendur.

 

 

 

Vit mugu sjálvi skapa málini

 

Vit mugu sjálvi skapa politikkin

 

Og vit mugu sjálvi skapa loysnirnar.

 

 

 

Tjóðskaparrørslan kann lyfta Føroyar framá. Hon hevur gjørt tað áður, og hon fer at gera tað aftur.

 

Veljið rætt

 

Veljið Tjóðveldi

 

Veljið Áslu Leilu B. Johansen