Mjølnir vann á SÍ í fimmsettara, men SÍ er framvegis fremst

Oddadystur var í Klaksvík sunnudagin, og við sigri kundi Mjølnir taka fyrstaplássið frá SÍ

Polestar-deildin (menn):

Mjølnir – SÍ 3-2 (25-23, 25-23, 19-25, 23-25, 15-11)

 

Eftir at SÍ fyrstu stuttu løtuna hevði verið á odda, fór Mjølnir frá 5-6 upp á 9-6 og helt seg frammanfyri restina av settinum. SÍ nærkaðist tó ímóti endanum, og við tveimum smassjum frá Mileta Vesovic kom SÍ upp á 22-23. Kanadiski Alain Pinault syrgdi tó við smassji fyri, at Mjølnir fekk settbólt, sum SÍ kortini yvirlivdi í fyrstu syftu, men seinna settbóltin langaði Steffan Rosenlund í gólvið til 25-23 til Mjølnir.  

 

Í øðrum setti gekk javnt á, og soleiðis gjørdist støðan 21-21, tá ið SÍ fór framum 22-21 við blokki frá Mileta. Smassj frá Michael Rowsell í blokkin og út og síðani lobb og smassj frá Steffan Rosenlund góvu Mjølni tveir settbóltar, og tann seinna sló Pinault í blokaduna hjá SÍ og út til 25-23.

 

Við fimm stigum á rað vann SÍ sær greiða leiðslu tíðliga í triðja setti, og við øðrum fimm á rað gjørdist støðan 20-10, áðrenn SÍ vann settið 25-19.

 

Mjølnir tóktist at hava tamarhald á fjórða setti, og var á odda 13-9 og 19-16, tá ið SÍ við góðum stima vendi øllum á høvdið og fór framum 21-19. Mjølnir javnaði aftur til 23-23, men servaði síðani út, og settbóltin vann leikandi venjarin hjá SÍ, Matteusz Pazgan, frammi við netið, og so var 2-2 í settum.


Við “postkassa” frá Vuk Ilic, hepnari netrullaraservu frá Thorvaldi Danielsen og framúr blokki frá Rowsell legði Mjølnir seg framum 3-0 í javnbrótaranum, og hetta skuldi vísa seg at gerast avgerandi fyri sigurin, tí SÍ kom ongantíð nærri enn tvey stig. Við fýra dystarbóltum við støðuna 14-10 fór tað ikki at miseydnast hjá Mjølni, og við dundursmassji gjørdi Pinault tað til 15-11.


Við tí eina stigunum varðveitir SÍ kortini fyrstaplássið í Polestar-deildin, eitt stig frammanfyri Mjølnir á øðrumplássi.

 

Støðan í Polestar-deildini:

 

##med2##