Fleiri bygningar í Moskva eru í nátt raktir av dronu-álopum. Borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, váttar, at fleiri bygningar hava fingið skaðar.
- Tíðliga í morgun elvdu dronuálop til smærri skaðar á fleiri bygningar, sigur hann.
Sambært Reuters hevur eingin fingið álvarslig mein í álopunum á Moskva.
Statsriknað russiska tíðindastovan Ria Novosti sigur, at dronuálopini eisini raktu tveir íbúðarbygningar í russiska høvuðsstaðnum.
- Øll átaksfólk í býnum eru á staðnum. Tey fara at finna út av umstøðunum í samband við hendingarnar, sigur borgarstjórin.
Ria Novosti sigur, at eitt fólk hevur fingið løstir á álopunum. Aðrir miðlar siga, at fólk eru flutt úr tveimum bygningum eftir álopini.
Sagt verður eisini, at ein røð av dronum, sum vóru ávegis til Moskva, eru skotnar niður.
Sambært fleiri keldum á Telegram eru millum fýra og tíggju dronur skotnar niður, men hesir upplýsingar eru ikki váttaðar av øðrum keldum.
##med2##
Álopið á russiska høvuðsstaðin kemur bara tímar eftir, at ukrainski høvuðsstaðurin aftur í nátt var fyri russiskum álopum.
Sambært tíðindastovuni NTB læt eitt fólk lív í Kyiv í nát, og nøkur fingu løstir. Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, heitti á íbúgvarnar í býnum um at fara í bumbuskýlini.
Hetta er triðja náttin á rað, at lopið verður á ukrainska høvuðsstaðin, og eisini í dagtímunum mitt í gjár lupu russar á Kyiv.
Í álopinum, sum varð framt í dagsljósinum í gjár, er einki frætt um mannskaðar.
Tað er ikki greitt, hvør stendur aftanfyri álopini á Moskva í nátt, og higartil hevur eingin alment tikið ábyrgdina av atsóknini.
Ukrainar hava sagt, at teir leypa ikki á mál inni í Russlandi, men bara á russiskar herdeildir, sum hava tikið landaøkir í Ukraina.