Mótmæli móti ætlaðu vindmyllulundini vestan fyri Sandsbygd

Varðveitingarvert øki!

 

Tá stór inntriv skulu gerast í náttúruna krevst umhugsni og skynsemi.

 

Fyri náttúrutilvitað er hetta eitt heilt serstakt øki. Fuglasløgini í økinum eru skúgvur, ternur, reyðspógvi, láir, fjallmurrur, kjógvar, mýrisnýpur, stelkar, erlur, títtlingar, grágrælingar, steinstólpur, óðinhanar, størsta helsareyðaøki í Føroyum er her, grælingar, tjøldur, tangspógvar, vípur, drunnhvítar, sýldir drunnhvítar, likkur, svartbakar og onnur másasløg. Lómar á Gróthúsvatni og ymisk antarsløg.

 

Fáar 100 metrar frá ætlaðu staðsetingini eru fuglabjørg. Har eiga lundar, lomvigar, álkur, ritur, skrápar, skarvar, æður og teistar, og aðrir smáfuglar, sum veiða kykt í bjørgunum.

 

Henda ætlanin er sera illa umhugsað, tí neyðugt verðurat gera ein langan breiðan veg við fleiri brúm og rulliportrum gjøgnum 7 hagapartar við grýtutumheyggjalendi. Báðumegin fjallaryggin eru vátlendi viðstórum lívfrøðiligum plantumargfeldi sambærtserfrøðingum. Økið frá Gróthúsvatni í Trøllhøvda og aftur í Salthøvdan eigur at gerast til størsta ramsarøki í Føroyum, tí ongastaðni í landinum er slíkt serstaktnáttúruøki.

 

Av tí at myllurnar eru so ógvisliga stórar og so nær bygdum øki, koma tær at hava neiliga ávirkan á trivnaðin og sálarheilsuna hjá fólki.

 

Í luftini  verða óljóð, skuggakast og turbulensur.Ristingar í jørðini koma at ávirka fuglalívið og fenaðin. Sandoyggin missir síni  ríku náttúru eyðkenni. Vit skuluvarðveita Sandoynna, sum tað serstaka og serliganáttúruøkið, Sandoyggin er. Uttan serstøku náttúruna í Sandoynni vera Føroyar fátækari.   

 

 

 

Jóanes í Miðstovuni í Trøðum 56, 210 Sandur

 

Róin Clementsen Heimasandsvegur 1, 210 Sandur

 

Hallur Jensen undir Reynum 13, 210 Sandur

 

Jóan Petur Clementsen, Undir gøtuni 6, 210 Sandur

 

 

 

 

 

Í Sands kommunu eigur støða at takast til gegni hjákommunustýrislimum!