- Altjóða dómstólurin í Haag hevur staðfest, at tað er stórur møguleiki fyri, at Ísrael fremur fólkamorð, og lond eiga at arbeiða móti, at hetta hendir, sigur Sigmundur Mørkøre.
Eisini heldur hann, at Ísrael fremur apartheid, tí palestinar og ísraelar hava ikki somu rættindi í landinum.
Fleiri fólk vóru til tiltakið í Finsen, har ein heimildarfilmur um álopið á Ísrael 7. oktober bleiv vístur. Tiltaki er partur av vitjanini hjá ísraelska varasendimanninum Jonathan Lebel.
Sigmundur Mørkøre vónar, at fólk fara at lurta eftir mótmælunum. Við sær hevði hann faldarar sum lýstu Palestina og støðuna har.
- Her eru bæði jødisk, kristin og muslimsk sjónarhorn. Fleiri av teimum, sum eru farin í Finsen, hava fingið sær faldarar, men onkur hevur eisini rópt ókvæmisorð eftir mær, sigur Sigmundur Mørkøre.
##med2##
##med3##
##med4##