Russland heldur uppá, at ukrainski býurin, Bakhmut, er fallin í russiskar hendur, men í dag var ukrainski toppgeneralurin, Oleksandr Syrskyi (myndin), á hermótinum við Bakhmut.

Mótstríðandi útsagnir um støðuna í Bakhmut

Ukrainskur toppgeneralur, sum hevur verið við hermótið í Bakhmut í dag, sigur, at ukrainskar herdeildir taka seg fram á leiðini kring býin.

Russland heldur uppá, at ukrainski býurin, Bakhmut, er fallin í russiskar hendur, men í dag var ukrainski toppgeneralurin, Oleksandr Syrskyi (myndin), á hermótinum við Bakhmut.

Ukrainski generalurin, Oleksandr Syrskyi, hevur í dag verið á hermótinum uttan fyri Bakhmut.

 

Hetta er dagin eftir, at Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, boðaði frá, at hansara leiguhermenn hava tikið ræðið á býnum, har harðir bardagar - og stórt blóðbað - hevur verið í fleiri mánaðir.

 

Tað er generalurin sjálvur, sum skrivar á Telegram um vitjanina á hermótinum, og tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur. Í sínari fráboðan skrivar generalurin, at ukrainski herurin heldur fram við framgongdini á leiðunum kring Bakhmut. 

 

Eftir øllum at døma eru tíðindini av hermótinum við ukrainska býin misvísandi.

 

Tí, eisini í dag endurtók Wagner-leiðarin, at hansara herdeildir nú hava fult tamarhald í býnum. Jevgenij Prigozjin segði eisini, at hansara herlið fara at lata eftirlitið við býnum uppí hendurnar á russiska herinum hin 25. juni. 

 

Í gjár ynskti russiski forsetin, Vladimir Putin, Wagnar-leiguhermonnunum, sum berjast á russiskari síðu, tillukku við hertøkuni av býnum.

 

Norski generalloytnanturin, Arne Bård Dalhaug, heldur, at støðan í Bakhmut at síggja til er vorðin eitt "privatprojekt" fyri Wagner-leiðaran. Ukraina hevur víst aftur, at russiskar herdeildir hava tikið býin.

 

- Bakhmut er pr. í dag ikki hertikin av russum, segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, tá hann var á G7-fundi í Japan um vikuskiftið.

 

Arne Bård Dalhaug heldur, at Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, vil skriva sítt navn í russiska søgu, og kanska er hann eisini úti eftir at vinna sær ein pall til sína politisku lívsleið.

 

- Men, hetta er vandamikið spæl, heldur norski generalloytnanturin, sum norska Dagbladet hevur skift orð við um støðuna í Bakhmut, nú útsagnirnar frá hermótinum hava verið so ymiskar um vikuskiftið.

 

##med2##

 

 

 

Russland heldur uppá, at ukrainski býurin, Bakhmut, er fallin í russiskar hendur, men í dag var ukrainski toppgeneralurin, Oleksandr Syrskyi (myndin), á hermótinum við Bakhmut.

Her búðu stívliga 70.000 fólk fyri kríggið. Nú er stórur partur av býnum lagdur í oyði, og fólk eru flýdd.