Mouritz Mohr er spentur upp á hesa verkætlan

- Eg vænti, at umhvørvisvinarliga tvíkiljan fer at rigga væl, sigur stjórin í Mest, Mouritz Mohr.

 

 

 

El-drivna tvíkiljan, sum Bakkafrost og Mest hava gjørt sáttmála um at byggja, er fyrsta verkætlanin av sínum slag í Føroyum. Hetta er ein sera spennandi verkætlan og eitt úrslit av einum samstarvi millum Bakkafrost og Føroya landsstýri um at finna grønar orkuloysnir, ið gagnnýta avlopsorku.

Sáttmálin millum Bakkafrost og skipasmiðjuna Mest varð undirskrivaður hin 2. februar í 2021, og longu nú er tvíkiljan av álvara byrjað at taka skap í byggihøllini hjá Mest í Havn. Skrokkurin er bygdur við botninum upp eftir, og tá hesin parturin varð liðugur, varð tvíkiljan vend á rættkjøl. Myndin oman fyri er tikin, tá tvíkiljan varð vend í byggihøllini hjá Mest.

 

Nýggi og grøni alibáturin fer bara at brúka streym sum drívmegi, og málið er, at hann skal løðast tær tíðir á samdøgninum, tá streymurin hjá SEV í størstan mun kemur frá grønari orkuframleiðslu. Alt eftir, hvar grøna tvíkiljan skal brúkast í virkseminum hjá Bakkafrosti, verður løðistøðin sett upp, og ætlanin er, at báturin skal brúkast í alingini á Gulanum út fyri Argjalandinum - við løðistøð á Vestaru Bryggju í Havn.

In.fo hevur vitjað á Mest, og vit hava hugt eftir, hvussu gongur við byggingini av tvíkiljuni, eins og vit hava skift orð við stjóran í Mest, Mouritz Mohr, um verkætlanina. Tað sæst ikki á skrokkinum, at hetta verður ein nýggj og umhvørvisvinarlig tvíkilja, tí skrokkurin er í stóran mun hin sami, sum aðrar tvíkiljur, ið Mest hevur sniðgivið og bygt til føroysku alivinnuna. 

Mouritz Mohr, stjóri í Mest, vísir á, at einasti munur at síggja til, er, at nýggja tvíkiljan er nakað hægri, tí battarí-skipanin tekur pláss. Annars verður nýggja tvíkiljan júst hin sama, sum aðrir alibátar, ið Mest hevur bygt. Tað varð ikki hildið at vera neyðugt at uppfinna ein nýggjan bát til hesa tvíkilju, tá aðrir bátar, vit Mest hevur bygt til føroysku alivinnuna, eru vælumtóktir. 

Tó, at henda tvíkilja sær út, sum aðrar, verður munur tann, at her verður einki útstoyt, og her verður hvørki larmur ella roykur. - Øll orka, sum verður brúkt umborð, bæði til framdrift, kranar og annað, sum krevur orku, verður skapt við el. Tískil verður hetta ein grøn tvíkilja úr enda í annan, sigur stjórin í Mest og leggur aftrat, at kranar verða riknir við hydraulikki, og tað er el-motorur, sum gevur orkuna til hydraulikpumpuna.

 

- Eg vænti, at tvíkiljan fer at rigga væl, og eg eri ógvuliga spentur upp á hesa verkætlan. Tað eru sjálvandi ikki vit, sum hava uppfunnið tøknina aftan fyri el-motor, akkumulatorar og annað. Tað eru altjóða fyritøkur, sum hava arbeitt saman um henda útbúna, men tað verða vit, sum skulu seta hesi tingini saman í nýggju tvíkiljuni.

 

Mouritz Mohr vísir á, at sambært teirri ætlan, ið fyriliggur og teirri tøkni, sum er tøk, skuldi einki verið til hindurs fyri, at tvíkiljan væl og virðiliga klárar ein heilan arbeiðsdag og meira enn tað, tá hon fer í drift seinni í hesum árinum.

 

- Hjá Bakkafrost hava vit sett okkum sum mál at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum niður í helvt innan ár 2030. Vit seta okkum framsøkin mál á umhvørvisøkinum og leita tí áhaldandi eftir framskygdum umhvørvisverkætlanum, ið stuðla undir grøna orkuskiftið, sigur stjórin í Bakkafrosti, Regin Jacobsen.

Tá sáttmálin varð undirskrivaður, segði Regin Jacobsen, at við hesi verkætlan vónar felagið at slóða fyri og skapa nýggja vitan til vinnuna. 

- Skip og bátar fylla nógv í Føroyum, og tað er eisini á hesum øki, at størstu møguleikarnir eru fyri at minka um føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum. Vit vóna, at hendan verkætlanin kann geva íblástur til vinnuna, soleiðis at vit kunnu seta hol á grøna orkuskiftið á maritima økinum, segði Regin Jacobsen.

 

Verkætlanin at byggja ein grønan alibát er úrslit av føroyska formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum, har fígging varð játtað til verkætlan, ið hevur til endamáls at gagnnýta orkuframleiðslu í fjarskotnum økjum á ein meira skynsaman og burðardyggan hátt. 

Ítøkiliga snýr hetta seg um at gagnnýta sonevnda avlopsorku, sum er orka, ið verður framleidd og er til taks á el-kervinum, men sum ikki verður brúkt. Serliga er talan um at gagnnýta orkuna, ið verður framleidd um náttina og í vikuskiftunum. 

Sev luttekur eisini í hesi verkætlan við at menna eina skipan, ið skal tryggja, at nýggi alibáturin í so stóran mun sum gjørligt verður løddur við grønari orku. Byggingin av grøna alibátinum er væl í gongd, og sambært ætlanini verður báturin latin Bakkafrosti í desember í ár.

 

##med2##

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, er serblað um vinnu, sum serliga viðger aling og avleiddar vinnur av alingini. Men, í vinnublaðnum eru eisini aðrar forvitnisligar greinar, sum snúgva seg um heilt aðra vinnu enn aling.