Mowi fer at greiða frá um aling á Sandsvág

- Nú alivirksemi hevur verið á Sandsvág í nøkur ár, ynskja vit at bjóða til ein kunnandi borgarafund, har øll eru vælkomin, sigur Mowi Faroes.

Hóskvøldið hin 28. september verður kunnandi borgarafundur í hølunum hjá kommunuskrivstovuni á Sandi.

 

Lagt verður fyri klokkan 18.

 

- Mowi Faroes ynskir við hesum at bjóða til kunnandi fund, nú alivirksemi hevur verið á Sandsvág í nøkur ár.

 

Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu í dag, og fráboðanin er frá alifyritøkuni, sum hevur virksemi her.

 

Víst verður á, at tilgongdin til aling á Sandsvág byrjaði við ymiskum kanningum við aliútgerð, mátingum av aldu og streymi á vágni.

 

- Alivirksemið hjá okkum er síðan bæði broytt og vaksið, og hesum fara vit at greiða nærri frá, sigur alifelagið.

 

Mowi verður sjálvsagt við á kunnandi borgarafundinum, og her fara starvsfólk hjá fyritøkuni at greiða frá virkseminum á og kring Sandsvág.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Mowi Faroes í sínari fráboðan á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu í dag.