Musikkskúla-festivalur á Landavegnum

Í dag fríggjadagin 2. juni og í morgin leygardagin 3. juni verður Musikkskúlafestivalur á Landavegnum í Havn.

Tað er Tórshavnar Musikkskúli, sum skipar fyri, og umframt bólkar úr Tórshavnar Musikkskúla, luttaka bólkar úr Musikkskúlanum í Vágum, Eysturkommunu Tónlistaskúla, Nes Sóknar Musikkskúla, Klaksvíkar Tónlistaskúla, Suðuroyar Musikkskúla, Norðurljómi, Norðstreymoyar Musikkskúla og Sandoyar Musikkskúla.

Hettar er triðja árið á rað, at musikkskúlafestivalurin verður skipaður, og afturmeldingarnar frá teimum báðum fyrru festivalinum hava verið sera góðar.

Einir 700 musikkskúlanæmingar kring alt landið luttaka, og framført verður á trimum pallum: í Hátúni, í Tinnuni og á uttandura palli vestanfyri musikkskúlan.

Ein heilt náttúrligur partur av at ganga í musikkskúla, er at framføra, og hettar er eitt gott høvið hjá teimum mongu musikkskúlanæmingunum kring landið, at vísa fram, tað tey hava lært.

Nýggi musikkskúlin á Landavegnum letur eisini upp møguleikar, fyri at hava slíkan festival, tí nógv pláss skal til, bæði at framføra, men eisini at hava so nógv fólk samlað á einum stað. Framførslurnar eru fjølbroyttar, og somuleiðis er aldursspjaðið stórt.

Tað eru musikklærarar kring landið, sum skipa fyri ymsu bólkunum, og musikkskúlafestivalurin er, umframt ein góður pallur fyri unga tónleikaspírar, eisini gott høvið hjá musikklærarum at hittast, og skifta orð um felags mál.

Musikkskúlafestivalurin byrjaði í dag kl. 13.45, tá Heðin Mortensen borgarstjóri setti festivalin.

Festivalurin heldur á í allan dag - seinastu framførslurnar vera kl. 19.30.

Musikkskúlafestivalurin byrjar aftur í morgin leygardagin 3. Juni kl. 11.00 og hildið verður á til kl. 16.30. 

Skráin til Musikkskúlafestivalurin er at lesa á heimasíðu musikkskúlans www.tm.fo

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##