Myndir: Dramatiskur býráðsfundur í Vági

Tað gjørdist ein ikki sørt dramatiskur býráðsfundur í Vági í kvøld, tá býráðið loksins skuldi skipa seg.

 

Tað lá í kortunum, at Arni Brattaberg, skuldi veljast til borgarstjóra, og skipa samgongu saman við Bjarna Johansen, ið er farin úr Javnaðarflokkinum. Tjóðveldi hevur 4 vald, og hevði tískil saman við Bjarna Johansen 5, og meirluta.

 

Men eitt broytingaruppskot kom á borðið, har skotið varð upp at velja sitandi borgarstjóra, Bjarna Johansen, til borgarstjóra. So var dramatikkur í, Bjarni Johansen bað um steðg, fór útum, og innkomin segði seg vera pressaðan.

 

Endin varð, at seinna uppskotið varð samtykt, og tí heldur Bjarni Johansen fram sum borgarstjóri, og tí hendi tað ikki, sum lá í kortunum, og sum hevur verið frammi í miðlunum í dag, nevniliga at Tjóðveldi kom at eiga borgarstjóran í Vági komandi 4 árini.

 

Les grein um dramatiska býráðsfundin her: in.fo - fyrst og fremst

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##