Myndir: Kravgonga um hernaðarradaran

Seinnapartin var kravgonga á Vaglinum í Havn

»Kravgonga fyri fólkaræði og føroyskar loysnir«. Soleiðis kallaðist kravgonga, sum var á Vaglinum í Havn í dag.

 

Kravgonga snúði seg um ætlaða hernaðarradaran í Føroyum.

 

– Vit halda, at radaramálið er so týdningarmikið, at vit krevja, at øll uppskot um ein lofteftirlitsradara í Føroyum skulu fáa tingviðgerð, og skal atkvøðugreiðslan vera í Løgtinginum. Ein so týdningarmikil avgerð kann ikki takast bara av einum landsstýrismanni, søgdu stigtakararnir um kravgonguna.

 

– Harnæst eru vit av tí greiðu fatan, at um ein lofteftirlitsradari skal setast upp í Føroyum, skal hann vera undir føroyskum ræði og mannast av føroyingum. Soleiðis fáa føroyingar ávirkan á menningina á økinum og valdið at troyta teir møguleikar, ið ein lofteftirlitsradari gevur, at taka ábyrgd av egnum viðurskiftum og fáa í lag samstarv við okkara grannalond, søgdu tey.

 

Stigtakarar til kravgonguna vóru Øssur Patursson, Bjarni Kárason Petersen, Unga Tjóðveldið, HUXA, Framsøkin Ung og Sosialistisk Ung.

 

Niðanfyri ber til at síggja myndir, sum Álvur Haraldsen tók í dag.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##