Myndir: Nú fáa suðuroyingar dialysuviðgerð

Í dag var almenn móttøka á Suðuroyar Sjúkrahúsi í sambandi við, at dialysuviðgerðin loksins verður sett í verk

Mánadagin fer Suðuroyar Sjúkrahús at bjóða dialysuviðgerð. Tilgongdin hevur verið sera drúgv, men nú gleðist oyggin, og tað sást á øllum brøgdum á almennu móttøkuna á Suðuroyar Sjúkrahúsi í dag.

 

Fólk komu úr øllum heraðshornum í Suðuroynni, men eisini úr øllum landinum, at fagna frambrotinum.

 

Høvi var at síggja tólini og hølini, ið fara at verða brúkt til viðgerðina.

 

Hanus Toftheyggj, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, beyð vælkomin, Margit Stórá, heilsumálaráðharri, bar fram røðu, og stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevði eina heilsan og læt eina gávu.

 

(Myndir: Danial Viðoy)

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##