Myndir: Olga Maria roktúr norðanfyri

Trolbáturin, Olga Maria, sum í dag hevur landað í Leirvík, fekk næstan 70.000 pund í fýra dagar.

 

34 tons - ella sløk 70.000 pund.

 

Tað er veiðan hjá trolbátinum, Olgu Mariu, sum í dag hevur landað í Leirvík. Teir hava roynt norðanfyri, og her var rættiligur rokfiskiskapur á lutfalsliga stutta túrinum.

 

Av teimum tilsamans 68.000 pundunum, vóru heili 54.000 pund toskur. Tvey tons vóru av hýsu, og síðan var eitt sløð av eitt nú reyðsprøku, tungu og havtasku.

 

Faroe Origin í Saltangará keypti allan toskin hjá Olgu Mariu. Miðalprísurin var 25 krónur fyri kilo. Norðfra í Leirvík keypti alla hýsuna, og her var miðalprísurin 15,50 krónur fyri kilo.

 

Bara fyri søluna av toski fekk trolbáturin umleið 650.000 krónur. So, hetta er ein rættiliga góður túrur hjá skipi og manning.

 

Vit hava fingið nakrar myndir úr Leirvík av stóra túrinum hjá trolbátinum, Olgu Mariu.

 

Vit hava eisini frætt úr Klaksvík, har trolbáturin, Fiskaklettur, í dag hevur landað á landingarmiðstøðini, NFCS.

 

Fiskaklettur byrjaði túr hin 14. apríl, og tá teir komu aftur í dag, var báturin fullur undir lúkurnar, 56.000 pund.

 

Av samlaðu nøgdini var 20 tons toskur, sløk trý tons hýsa, sløk tvey tons upsi, og síðan var eisini nakað av reyðsprøku, tungu og havtasku.

 

Veiðan hjá Fiskakletti verður seld í morgin.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

 

 

 

 

Á virkinum í Leirvík er landingarmiðstøð og soleiðis eisini góðkend innvigingarskipan.