Myndir: Mótmæla staðseting av vindmyllulund

Í dag hava fólk í Sandoynni handað Ingilín Strøm, landsstýriskvnnu í umhvørvismálum, stívliga 1000 undirskriftir, sum mótmæli ímóti staðseting av vindmyllulund og atkomuvegi.

Væl av fólki úr Sandoynni var um middagsleitið í dag savnað uttan fyri dyrnar í umhvørvismálaráðnum, har Jóannes Johannessen, Jóannes í Miðstovuni róptur, handaði landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Ingilín Strøm, stívliga 1000 undirskriftir saman við einari drúgvari kæru um ætlaðu vindmyllulundina í Klivaløkshaga á Sandi. 

 

Í aðrari grein her á In.fo fara vit at venda aftur til tað, sum Jóannes í Miðstovuni segði, tá hann handaði landsstýriskvinnuni undirskriftirnar. Ingilín Strøm takkaði fyri og segði seg fegnast um, at vit í Føroyum hava møguleikan at mótmæla og kæra mál, sum vit halda ganga okkara náttúru ov nær. 

 

Landsstýriskvinnan segði seg hava hugt ígjøgnum kæruna og helt fyri, at tað er eitt stórt arbeiði, sum her er gjørt. Hon vísti á, at tey, sum hava orðað kæruna, hava gjørt sær stóran ómak, sum hon tók til, tí kæran er væl úr hondum greidd.

 

Ingilín Strøm gav eingi lyfti, tá hon hitti umboð fyri tey, sum hava mótmælt við sínari undirskrift og tey, sum hava lagt navn til kæruna, men hon lovaði, at undirskriftir og kæra verða við í víðari viðgerðini av málinum um ætlaðu vindmyllulundina í Klivaløkshaga á Sandi.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/stadsetingin-er-odamannaverk

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##