Nú er Hanna rektari

Á samkomu í Miðnámsskúlanum á Kambsdali á middegi í dag varð tað markerað, at Hanna Jensen hevur loyst Páll Isholm av

Í dag hevur Miðnámsskúlin á Kambsdali fingið nýggjan rektara. Fyrsta februar varð tað alment, at Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hevði sett Hannu Jensen sum rektara á Kambsdali, og at hon fyrsta mars fór at taka við rektarastarvinum.

48 ára gamla Hanna Jensen, sum síðani 2005 hevur verið lærari í fronskum, føroyskum og lestrarvegleiðari, burtursæð frá tíðarskeiðnum, tá ið hon hevur verið í farloyvi fyri at røkja løgtingssess og landsstýrissess, avloysir Páll Isholm. Hann hevur verið rektari, síðani studentaskúlin og handilsskúlin á Kambsdali í 2015 vórðu lagdir saman í ein nýggjan stovn. Tað var fyrst í desember í 2020, at tað varð alment, at Páll hevði sagt seg úr rektarastarvinum.

Longu í 2002, tá ið hann var 29 ára gamal, tók Páll Isholm við sum deildarstjóri í handilsskúlanum á Kambsdali. Nú hann leggur frá sær, hevur Páll verið skúlastjóri í meiri enn 16 ár. Páll verður nú lærari á Kambsdali, har hann fer at undirvísa í føroyskum og miðlakunnleika.