Nú verður nýtt landsstýrisfólk sett

Nú friður aftur er í samgonguni, fer løgmaður undir tilgongdina at seta nýtt landsstýrisfólk

Teir tríggir samgonguleiðararnir, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður og Poul Michelsen, landsstýrismaður sendu í gjár boð út um, at uppskotið um at leingja skipanina við fiskidøgum er tikið aftur.

Tað vóru tær báðar Hanna Jensen og Ruth Vang úr Framsókn, sum løgdu uppskotið fram.

Høgni Hoydal, sum hevur fiskivinnumál um hendi,  hevur  hósdagin ein fund við vinnuna og so fer eitt uppskot at koma um umsitingarætlan, og um tað verða kvotur ella fiskidagar í skipanini komandi ár.

At hesin knasturin er fingin av vegnum í samgonguni, hevur eisini við sær, at løgmaður nú fer at seta eitt nýtt landsstýrisfólk í staðin fyri Henrik Old, sum legði frá sær í farna mána.

Landsstýrið hevur eisini avgjørt, at koma við einum uppskoti, sum fer at leingja barnsburðarfarloyvið við tveimum vikum. Uppskotið er sent til hoyringar.