Næmingar úr Ukraina lokið undanskeið í føroyskum

Tað var hátíðardámur á kvøldskúlanum fyrrapartin, tá ið 20 næmingar úr Ukraina fingu handað prógv. Tey hava lokið undanskeið í føroyskum sum annaðmál

Undirvísingin byrjaði í februar, og undirvíst hevur verið tíggjar dagar um vikuna. Næmingarnir hava staðið seg avbera væl, sigur Heidi Vinther, sum hevur verið undirvísari og er ógvuliga errin av næmingunum. Aftrat sær hevur hon havt Slavu Turchynets, sum hevur virkað sum tulkur.

Umframt sjálva undirvísingina hevur nógv verið gjørt burtur úr at skapa góðan trivnað og felagsskap. Næmingarnir hava hugnað sær óført, og við hátíðarløtuna fyrrapartin varð ein filmur sýndur, sum tey hava gjørt, ið vísir tíðarskeiðið frá februar til nú og tað stóra virksemið, sum hevur verið. Eisini sungu tey ein sang - á føroyskum.

 

##med2##

Móttøkuflokkurin er fyrsta stigið á leiðini hjá næmingunum úr Ukraina at læra føroyskt. Ynskja næmingarnir at halda fram, er næsta stigið at tekna seg til vanligu undirvísingina í føroyskum sum annaðmál. Tilmeldingin byrjar í august.

Føroyskir myndugleikar og skúlamyndugleikar vísa støðugt skeiðum á Kvøldskúlanum ans. Millum tey, sum luttøku við hátíðarløtuna, var Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna og limur í Tórshavnar býráði.

 

##med3##

Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Tórshavnar Kvøldskúla, handaði prógvini.