Haukar fingu frástøðu til aftastu liðini

Haukar vunnu stórsigur í Kópavogi

Natasja Hammer og liðfelagarnir í Haukum spældu í dag á útivølli móti HK í Kópavogi í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Haukar vunnu stórsigur 32-21. Í steðginum vóru Haukar á odda 15-8.

 

Natasja skoraði fýra mál fyri Haukar í dag.

 

Sigurin lyfti Haukar væl frá botninum. Haukar hava nú 10 á fimta plássinum. Átta stig eru niður til HK, ið liggur aftast í deildini við bert tveimum stigum.

 

Komandi fríggjakvøld spæla Haukar móti oddaliðnum, Vali á útivølli.