NBA finala í nátt

Áhugavert við hesi finalu er, at Phoenix Suns aldri áður hava vunnið eitt NBA meistaraheiti. Seinast Milwaukee Bucks vunnu var í 1971, so har er ein ávís svongd eftir at sigra.

Nógvur ítróttur verður leiktur hesar summardagar. EM undankappingin í fótbólti er júst liðug, Wimbledon finalan í tennis bleiv leikt í dag, og er endadystur í kurvabólti í bestu amerikonsku deildini, NBA, á skránna í nátt. Liðini ið leika eru Phoenix Suns og Milwaukee Bucks. Áhugavert við hesi finalu er, at Phoenix Suns aldri áður hevur vunnið eitt NBA meistaraheitið. Seinast Milwaukee Bucks vann var í 1971, so har er ein ávís svongd eftir at sigra.

 

 

 

Phoenix Suns hava vunnið tveir teir fyrstu dystirnar, ið eru leiktir, og verður spælt best av sjey dystum. Hetta leggur eitt ávíst trýst á Bucks, ið tó eru rímiliga greiðir favorittar undan dystinum í nátt. Triðji endadysturin verður leiktur klokkan 01:00 í nátt.