Nicolina av Kamarinum farin

Í gjár bórust deyðsboðini av Nicolinu av Kamarinum, sum andaðist 84 ára gomul.

 

Nicolinu kenna vit úr tónleikinum, har hon hevur verið virkin líka síðani fyrstu útgávuna í 1959.

Hon er fødd ólavsøkuaftan í 1938, dóttir Jóannes úr Geil úr Skálavík og Olevinu av Kamarinum úr Havn.

Fleiri av sangunum og løgunum, sum Nicolina hevur skrivað og sungið eru vorðnir fólkaogn.

Tað tosaði hon eisini um, tá Sosialinum hitti hana í september í 2017, tá hon og maðurin Bjørgheðin, fluttu úr heimiunum á Langasandi til Danmarkar, har øll børnini, ommubørnini og langommubørnin búðu.

 

Hon segði við Sosialin, at sangirnir verða til, tá hugalagið er tað rætta, og hon glamrar á ljóðføri og fær okkurt at hanga saman.

– Eg seti meg ikki niður við tí fyri eygað at skriva sangir. Men eg seti meg av og á við gittarini og glamri. Tað er ein prosess, sum altíð er í gongd, segði hon.

##med2##

 

Spurd um, hvønn av sangum sínum henni dámar best, er hon skjót at nevna “Mær leingist”.

– Eg eri glaðast og stoltast yvir “Mær leingist”. Tann sangin elskaði eg við tað sama, og tað er okkurt við endurtøkuni av orðunum, sum mær dámar væl, sigur hon.

Hon nevnir eisini vakra lagið “Tá kvøldið kemur”, ið varð skrivað eitt kvøldið, hon hevði verið til arbeiðis á Bacalao.

– Eg var liðug um miðnátt, og veðrið var so ótrúliga flott. Tann sangin gjørdi eg lidnan tað kvøldið. Eg gjørdi lagið fyrst, og síðani sang eg orðini inn á ein bandupptakara, leggur hon afturat.

Nicolina segði eisini, at íblásturin til sangirnar ofta kom frá náttúruni og umhvørvinum. Hon helt ikki, at hon fór at missa tann íblásturin, hóast hon flutti av landinum, tí íblásturin liggur í henni. Hon var ikki vís í, um hon fer at framføra í Danmark, men tað ver væl møguligt, um fyrispurningar komu. Tó, so verður tónleikurin altíð partur av henni og heimi hennara.

– Eg elski tónleik, og tað fari eg altíð at gera, sigur hon.

Tónleikur hevur altíð umgirt Nicolinu í barnaheimi hennara. Mamman var musikalsk og somuleiðis øll systkin hennara. Hon fegnaðist um, at børnini og barnabørnini eisini eru dugnalig innan tónleik.

– Tað er stuttligt, at tað fer víðari. Tónleikur er fantastiskur, og einum nýtist ikki endiliga at duga væl, tí fantastisk gleði kemst eisini av at lurta, segði hon við Sosialin 15. september í 2017

Nicolina Jacobsen og Bjørgheðin, sum eisini er farin, áttu trý børn.

 

Útgávur hjá Nicolinu og Teimum av Kamarinum

2011: Nicolina. Soloútgáva

2005: Eg gleðist so hvørt jólakvøld/Mariu sonur

2005: Dámliga Gøtan. Sangperlur í 50 ár

2003: Nicolina syngur í Sandavágs kirkju

2000: Tey av Kamarinum, endurútgivin sum fløga

1984: Tey av Kamarinum

1971: Góði jólamaðurin / Mariu sonur

1963: Teir sigla um havið so víða og aðrir sangir

1960: Mamma mín

1959: Eg hugsi um teg / Lívið

1959: Tá kvøldið kemur / Trygdareiðin

1959: Kvøldarsólin / Í dreymalandi