Niðurteljingin byrjað til stóru súkklukappingina

Tað styttist til stóra súkklukappingin, Leif Mohr Kring Føroyar 2024, fer av bakkastokki. Nú er bert ein lítil mánaður til kappingin byrjar.

Aftur í ár verður kappast í fimm dagar, og verður tað í døgunum frá mikudegnum 5. juni til sunnudagin 9. juni at kappast verður. 

 

Tað er Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag sum, saman við Leif Mohr, fyriskipar hesa kapping. 

 

Føroyar er eitt spennandi land at súkkla og kappsúkkla í, og fyriskipararnir royna eftir førimuni at gera kappingina so áhugaverda sum til ber. Tað verður seg at betra um karmarnar kring kappingina, at leggja kappingina soleiðis tilrættis, at ferðslan kring landið, og sjálv kappingin, eru til minst ampa fyri hvønn annan. 

 

Okkurt árið hevur verið kappast eftir arbeiðstíð. Í ár verður kappast mitt á degi miku-, hós- og fríggjadagin, og so á morgni leygardagin og sjálvan finaludagin. 

 

Fimm etapur, seks oyggjar

 

Í ár skulu súkklarar koyra á Borðoy, Kunoy, Eysturoy, Sandoy, Suðuroy og á Streymoynni.

 

Fyrsta dagin verður kappast á Borðoynni og Kunoynni. Tað verður kappast í Einkultstarti, og áðrenn funnið verður útav hvør kvinna og hvør kallur skal í føraratroyggjuna, skulu allir luttakarar koyra ein 22 kilometur langan Einkultstart úr Klaksvík, til Kunoyarbygd, og síðan aftur á mál við Effostøðina í Klaksvík.

 

Annan dagin verður kappast í Eysturoynni, og eftirsum sponsorurin hevur deild á Kambsdali, so verður bæði startur og mál við Leif Mohr á Kambsdali. 

 

Longdin á teininum er góðar seksti kilometrar, og skulu súkklarar hendan dagin koyra heili 1800 hæddarmetrar. 

 

Tað verður aftur kappast í Landavegsúkkling triðja dagin, tá Sandoyggin verður karmur um kappingina. 

 

Í nøkur ár hevur startur og málið verið í Skálavík. Men ikki í ár. Eftirsum vinnandi kvinnan hevur røtur úr Húsavík, verður startur og mál í Húsavík. 

 

Tað riggaði stak væl við at leggja part av teininum kring Sandsvatn, og júst hesin partur verður endurtikin í ár. 

 

Suðuroyggin við øll árini

 

Ein og øll undanfarin ár hevur verið kappast í Suðuroynni næstseinasta kappingardagin. Eins og Sandoyggin, er Suðuroyggin ein sonn perla fyri vegsúkklarar. 

 

Farið verður ikki um Hestin, sum tað hevur verið tey fyrstu tjúgu árini. Vegðurin um Hestin er heldur vánaligur, men nýggi Hvalbiartunnilin hevur gjørt tað møguligt at taka Hvalba uppí Suðuroyaretapuna, og eru flest allir súkklarar sera glaðir fyri hesa sokallaðu "sloyfu". 

 

Brekkan úr Hvalba niðan móti tunnlinum er sera avbjóðandi, og er tunnilin sera góður og ljósur at súkkla ígjøgnum. Í ár verður koyrt oman í Fámjin eftir skjótt "gamla" vegnum. Í komandi ár verður tað kanska gjøgnum nýggja Fámjinstunnilin. Livst so spyrst. 

 

Finala og finaluumfør

 

Finaludagurin verður eins og øll undanfarin ár koyrdur á Streymoynni. Málið er sjálvandi við snotuliga bygningin hjá Leif Mohr á Hoyviksvegnum í Havn. 

 

Málið verður í Havn, men starturin verður ikki í Havn. Eiheldur í Tjørnuvík. Í ár verður byrjað á Eiði, og vegna spennandi og avbjóðandi Tórshavn Marathon, sum byrjar tiðliga seinnapartin, verður byrjað tíðliga. Kappingin byrjar nemmiliga klokkan níggju sunnumorgunin.

 

Leiðin gongur suður gjøgnum vakra Sundalagið, og síðan gjøgnum tunnilin til Havnar. Komnir til høvuðsstaðin, skulu finaluumfør súkklast runt á Hálsi í Havn. Málið er sum sagt við bygningin hjá Leif Mohr, men áðrenn vinnarin hjá kvinnum og monnum veður funnin, skulu trý finaluumfør koyrast eftir Hoyvíksvegnum, eftir Smyrilsvegi, eftir Staravegi, og so aftur á Hoyvíksvegin. 

 

Til ber at lesa meira um Leif Mohr Kring Føroyar 2024 á leinkjuni niðanfyri:

 

Leif Mohr Kring Føroyar 2024 - Tórshavnar Súkklufelag (tsf.fo)

 

Á atgongumerki.fo ber til at tilmelda seg kappingina. Leinkjan til atgongumerki.fo sæst niðanfyri:

 

Leif Mohr Kring Føroyar 2024 (atgongumerki.fo)