Noah sigst verða seldur til Norra

Betri deildin menn: Noah Mneney sigst verða seldur til Bryne í Norra

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Noah Hans Mneney fekk sínar fyrstu landsliðsminuttir móti Kosovo í fjør

Nógv bendir á, at Noah Mneney er seldur til Bryne í næstbestu deildini í Norra. Tað er felagið hjá Rógva Baldvinsson, sum hevur spælt fleiri landsdystir fyri føroyska A-landsliðið. Sum skilst er talan um at skiftið verður umgangandi. Tað er ein smeitur fyri FM-kappingarføri hjá Víkingi.

 

Skiftið er ikki alment enn og tí er enn talan um eina giting, men keldur hava váttað tíðindini. Stríðsmaðurin á miðjuni hjá Víkingi gjørdi annars nýggjan sáttmála fyri kortum, og tá var ætlanin at halda fram í Føroyum í eitt tíðarskeið afturat, men ætlanin var altíð at koma til útlandið at spæla.

 

Noah Mneney hevur verið at kalla fastur maður á miðvøllinum hjá Víkingi seinastu trý árini, og hevur verið fastur maður á U21-landsliðnum. Hann er 20 ára gamal og skifti til Víking frá ÍF í 2019.

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Noah Hans Mneney fekk sínar fyrstu landsliðsminuttir móti Kosovo í fjør