Noah skoraði tá Bryne reyk út úr steypakappingini

Bryne tapti fyri liðið úr triðbestu fótbóltsdeildini

Liðið hjá Noah Mneney og Rógva Baldvinsson, Bryne tapti í kvøld 1-3 fyri Vard Haugesund úr triðbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Vard hevði heimavøll í dystinum í norsku steypakappingini. Einasta ljóspunktið í dystinum var, at Noah javnaði til 1-1. Vard skoraði tvey mál móti dystarenda, og kann fegnast um at hava syft einum liði úr næstbestu deildini.

 

Liðið hjá Gullbrandi Øregaard, Sandnes ULF reyk eisini úr steypakappingini aftaná 1-2 (0-2) tapi fyri Sotra úr triðbestu deildini.

 

Liðið hjá John Fredriksen, Arendal sum spælir í triðbestu deildini tapti 0-1 (0-1) fyri Jerv, og er sostatt eisini úti av steypakappingini.