Norska hondbóltssambandið hevði hall av HM-endaspælinum

Norska hondbóltssambandið fekk enntá fíggjarligan styrk til vertsskapin

Tað loysti seg ikki fíggjarliga hjá norska hondbóltssambandinum at hýsa HM-endaspælinum í manshondbólti saman við Danmark og Noregi.

 

Hóast norska hondbóltssambandið fekk ein fíggjarligan styrk upp á 10 miljónir norskar krónur - umleið 6,4 miljónir krónur í okkara peningi - frá norsku stjórnini, so hevði norska hondbóltssambandið hall av HM-vertsskapinum.

 

Størsti trupuleikin var, at alt ov fáir áskoðarar vóru til teir flestu dystirnar í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo. Tað var fullsett til HM-finaluna og til dystir hjá Noregi. Annars vóru nógv tóm setur til flestu dystirnar í Unity Arena. 

 

Til onkrar dystir í Unity Arena vóru færri enn 1.000 áskoðarar, ið als ikki er nøktandi til eitt endaspæl. 

 

Í 2023 hýsti Noreg saman við Danmark og Svøríki HM-endaspælið hjá kvinnunum. Tá hevði norska hondbóltssambandið eitt hall upp á tvær miljónir norskar krónur - umleið 1,28 miljónir krónur í okkara peningi - aftaná lokna kapping.

 

Unity Arena er vanliga heimavøllurin hjá fótbóltsliðnum Stabæk.