Noreg letur Ukraina milliardir til loftverju

- Vit hoyra hvønn morgun um russiskar rakettir og dronur, sum raka sivilar bygningar og orkuverkí Ukraina, og vit hoyra um fleiri, sum lata lív í hesum álopum, sigur norski forsætisráðharrin

Norska stjórnin vil økja um stuðulin, sum Noreg letur Ukraina, og peningurin skal eitt nú brúkast til meira loftverju.

Forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sigur við tv2.no og Verdens Gang, at tað eru nógvir pengar, sum skulu brúkast til at nøkta bráðfeingis tørvin hjá Ukraina.

 

Hann vil tó ikki siga ítøkiliga, hvussu stórar upphæddir talan er um, at Noreg fer at lata í stuðli til Ukraina.

 

Í fyrsta umfari umhugsar Noreg at luttaka í einum átaki, sum Týskland stendur á odda fyri - einum átaki, sum skal veita Ukraina meira loftveru móti russiskum rakettum og dronum.

 

- Stjórnin vil veksa um stuðulin til Ukraina, og vit fara at bjóða flokkunum í Stórtinginum til samrøður um stuðulin, sigur Jonas Gahr Støre við Verdens Gang.

 

Forsætisráðharrin vísir á, at sambært Nansen-skránni, sum átakið verður rópt, fer Noreg at lata 75 milliardir norskar krónur yvir fimm ár, og hesum hava allir flokkar í Stórtinginum tikið undir við.

 

- Í tíðindunum hoyra vit hvønn morgun um russiskar rakettir og dronur, sum raka sivilar bygningar og orkuverk, og vit hoyra um fleiri, sum lata lív í hesum álopum.

 

Jonas Gahr Støre vísir á, at Ukraina hevur klárað at vart seg móti hesum álopum, men nú byrjar útgerðin hjá landinum at ganga undan.

 

Leygardagin samtykti amerikanska stjórnin ein stuðulspakka til Ukraina á 61 milliardir dollarar.