Norsk mótmælisfólk sleppa ikki at brenna eina koran

Trygdaratlit gera, at tey ikki sleppa at brenna eina koran í Oslo í morgin, upplýsir norska løgreglan

 

Stórt løgreglulið var við til staðar, tá danskt-svenski aktivisturin, Rasmus Paludan, brendi eina koran í Danmark. Í dag hevur løgreglan í Noreg noktað høgravíðgonda anti-islamistiska felagsskapinum, Sian, at brenna eina koran í Oslo í morgin. (Arkivfoto). - Foto: ólafur Steinar Rye Gestsson/Ritzau Scanpix

Eitt tiltak við at brenna eina koran, sum anti-islamski, norski bólkurin Sian ætlaði at hava í morgin framman fyri turkisku sendistovuni í Oslo, er steðgað av løgregluni.

Sian er stytting fyri Stop Islamiseringen af Norge.

Løgreglan grundar sína avgerð við, at hon ikki á nøktandi hátt kann veita trygd undir tiltakinum.

– Vit hava í dag svara Sian, at tiltakið ikki kann fremjast vegna trygd og fyri at varðveita trygdina, sigur Martin Strand, sum er løgregluinspektørur í Oslo.

Martin Strand sigur, at tað snýr seg um fregnir, sum løgreglan hevur fingið. Hann greiðir ikki nærri frá, hvat hetta snýr seg um.

Norska løgreglan leggur samstundis dent á, at tað framvegis er loyvt at brenna eina koran í Noreg sum politiskt tiltak.

Norski sendiharrin í Turkalandi er í dag kallaður til samtalu í turkiska uttanríkisráðnum.

Seinastu vikurnar hevur tað ført til mótmæli úr Turkalandi, at høgravíðgongdi danskt-svenski aktivisturin Rasmus Paludan hevur brent fleiri koranir.

Tað var fyrst við turkisku sendistovuna í Stokkhólmi. Síðani hevur Rasmus Paludan brent eina koran á trimum støðum í Keypmannahavn.

Tá Rasmus Paludan boðaði frá mótmælistiltaki í Danmark, var danski sendiharrin í Turkalandi eisini kallaður til samtalu.

Í tí sambandinum legði Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, dent á, at Danmark hevur góð viðurskifti við Turkaland.

Turkaland hevur millum annað brúkt mótmælini hjá Rasmus Paludan sum grund fyri ikki at loyva Svøríki at gerast limur í Nato.

Øll natolond skulu góðkenna tað, um eitt nýtt land skal gerast limur í verjusamgonguni.

Morten Myksvoll, sum er viðmerkjari hjá Bergens Tidende, sigur, at koronubrenning í Noreg eisini kann brúkast ímóti Svøríki.

Tað kann eggja til størri vreiði ímóti Svøríki, heldur hann.

/ritzau/NTB

 

 

 

Stórt løgreglulið var við til staðar, tá danskt-svenski aktivisturin, Rasmus Paludan, brendi eina koran í Danmark. Í dag hevur løgreglan í Noreg noktað høgravíðgonda anti-islamistiska felagsskapinum, Sian, at brenna eina koran í Oslo í morgin. (Arkivfoto). - Foto: ólafur Steinar Rye Gestsson/Ritzau Scanpix