Norska alivinnan fleiri sáttmálar um skip og bátar

Norska alivinnan ger stórar íløgur, og í løtuni hava norskar skipasmiðjur og mekaniskir verkstaðir sáttmálar um 16 brunnbátar og 55 tænastubátar.

 

Myndina eigur Sletta Verft, sum skal byggja fleiri tænastubátar til norsku alivinnuna.

 

 

Nú sáttmálar um skip til oljuvinnuna eru minkaðir niður í lítið og lætt hjá norskum skipasmiðjum, hevur alivinnan tkið yvir og hevur í løtuni fleiri sáttmálar um nýbyggingar. 

 

iLaks veit at siga við Maritimt Magasin sum keldu, at skipasmiðjur og mekaniskir verkstaðir hava sáttmálar um 16 brunnbátar og 55 tænastubátar, og soleiðis er tað alivinnan, sum ber norskum skipasmíði uppi.

 

Laksavinnan hevur havt nøkur sera góð ár við søguliga høgum laksaprísum.

 

Millum skipasmiðjurnar, sum hava úr at gera, er mekaniski verkstaðurin, Aas Mekaniski Verkstaðurin í Vestnes, sum hevur drúgvar royndir í bygging til alivinnuna.

 

Aas Mekaniski Verkstaðurin skal nevniliga byggja fimm brunnbátar til Sølvtrans. Haraftrat skal verkstaðurin byggja ein bát til Brønnbåt Nord og ein til Nova Sea Service.

 

Ein annar verkstaður, sum hevur úr at gera, er Sletta Verft í Mjosundet, og her hevur FSV Group bílagt sjey tænastubátar. Haraftrat eru bíleggingar frá Frøy Akvaressurs, Fylkesnes Fisk og Frøy Nord.

 

- Eisini Risnes Marine Craft í Rosendal hevur fingið fleiri sáttmálar, og her skal Mowi eitt nú hava fýra arbeiðsbátar, Cermaq tveir, og Lingalaks skal hava ein, veit iLaks at siga.

 

 

 

Myndina eigur Sletta Verft, sum skal byggja fleiri tænastubátar til norsku alivinnuna.