Nógvar atfinningar og nógv uppmerksemi hevur verið um brúdleypið við yvir 350 gestum. Brúðarparið hevði frammanundan selt rættindini til brúdleypið til bretska blaðið Hello Magazine og Netflix.
Tí var vígslan handan hvítar dúkar og tjøld, og tað var ikki júst nakað, ið hóvaði norskum fjølmiðlum og norskum viðmerkjarum.
TV 2 Norge hevur fleiri ferðir lýst brúdleypið sum »komiskt«. Viðmerkjari hjá Bergens Tidende sigur tað vera »pínligt«.