Nú eru 15 færri bilar við útstoyti enn við ársbyrjan

Fjórði hvør seldi bilur í mars var elbilur

 

Í marsmánaði vórðu skrásettir 43 el persónbilar. Hetta er góð 26 prosent av øllum bilum, sum eru skrásettir í marsmánaðir

Higartil í ár eru skrásettir 96 elbilar av teimum tilsamans 504 bilunum, sum eru skrásettir higartil í ár. Í fjør var tilsvarandi talið 29 elbilar.

Elbilar eru nú 2,5% av samlaða persónbilaflotanum í Føroyum. Sølan av persónbilum er fallin góð 31 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Sambært Elbilafelagnum, so er hendan broyting farin fram viðvíkjandi brennievnisbilum:

Bensin: -38 = soleiðis eru 151 færri bensinbilar á vegunum enn við ársbyrjan.

Diesel: -12 = 67 færri enn við ársbyrjan.

Bensin PHEV: +18, tilsamans 42 í ár.

Bensin HEV: +51, tilsamans 143 í ár.

Diesel HEV: +8, tilsamans 18 í ár.

Soleiðis eru tað 15 færri bilar við útstoyti á vegunum nú enn við ársbyrjan, skrivar Elbilafelagið.