Nú eru 26 smittað í Grønlandi

Í morgin klokkan 10 skipar grønlendska landsstýrið fyri tíðindafundi um koronu-støðuna.

Í løtuni eru 12 fólk sjúk við koronu í Kujalleq kommunu í Grønlandi.

 

 

Sermitsiaq veit í dag at siga, at seks nýggir tilburðir við koronu eru staðfestir í Grønlandi seinasta samdøgnið.

 

Kring um í landinum eru nú 26 tilburðir við koronu tilsamans - 12 í Kujalleq kommunu, sjey í Sermersooq kommunu, seks í Qeqqata kommunu, og ein tilburður er í Avannaata kommunu.

 

Fríggjadagin vórðu staðfestir tríggir nýggir smittutilburðir, tveir í Nuuk og ein í Qaqortoq. Ein av teimum smittaðu í Nuuk hevði verið í bygdunum, Atammik og Kangaamiut. 

 

Men, fríggjadagurin gav fleiri smittutilburðir enn teir báðar í Nuuk og Qaqortoq. Fríggjamorgunin vórðu nevniliga eisini fýra nýggir tilburðir staðfestir í Kujalleq.

 

Øll tey smittaðu eru sett í sóttarhald, og myndugleikarnir arbeiða við smittusporing.

 

Grønlendska landsstýrið hevur kallað inn til tíðindafundar í morgin - mánadagin - klokkan 10 at viðgera smittustøðuna, nú 26 fólk í løtuni eru smittað við covid-19 í Grønland.

 

 

 

 

 

Í løtuni eru 12 fólk sjúk við koronu í Kujalleq kommunu í Grønlandi.