Nú eru bert 232 í sóttarhaldi

Talið á smittaðum og fólki í sóttarhaldi er minkað nógv seinastu dagarnar

Tá ið talið var upp á tað mesta í farnu viku, sótu yvir 900 fólk inni orsakað av koronu – antin tí tey vóru sjúk, ella tí tey vóru í sóttarhaldi.

 

Seinastu vikuna er talið á smittaðum og fólk í sóttarhaldi nógv minkað.

 

Í løtuni eru 84 fólk smittað, og 232 fólk sita í sóttarhaldi.

 

Samanlagt hava 958 fólk fingið staðfest koronusmittuna í Føroyum.