Nú eydnaðist hjá gentunum úr Klaksvík

5-mannafør gentur: Fípan Fagra vann sera spennandi kapping við Drekan og Firvald

Skíggjamynd kvf.fo

Higartil í ár hava tað verið menninir og dreingirnir úr Klaksvík, sum hava verið óførir í kappróðri, meðan tað ikki hevur hilnast heilt so væl hjá gentunum og kvinnunum.

 

Á sundalagsstevnu á Skálafjørðinum næstsíðsta leygardag var Fípan Fagra nummar trý í kappingini millum gentur, og Sævarmoy, sum eisini er úr Klaksvík, endaði á fjórða plássi.

 

Ta ferðina vóru Drekin hjá Havnar Róðrarfelag og Firvaldur av Tvøroyri tríggjar bátslongdir undan teimum úr Klaksvík.

 

Í dag var heilt øðrvísi. Fípan Fagra bjóðaði beinanvegin av, og saman við Drekanum og Firvaldi vóru tær støðugt frammi í oddinum. Drekin og Fípan Fagra vóru drúgvast, og sum hesir báðir bátarnir stevndu fram ímóti málinum sást, at í dag vóru tær úr Klaksvík drúgvari, enn tær vóru fyri stórari viku síðani.

 

Fípan Fagra var reingina undan Drekanum, sum var reingina undan Firvaldi. Tað vil siga, at tað var ikki meiri enn skuturin frá vinnaranum og aftur til nummar trý.

 

Nýggi báturin hjá kollfirðingum, Kjósin, endaði á fjórða plássi – væl aftanfyri Firvald og dygst undan Tambar, Sævarmoy, Huldu og Títlingi.

 

 

 

1Fípan Fagra05:22.20710
2Drekin05:22.49600
3Firvaldur05:23.10510
4Kjósin05:31.48400
5Tambar05:32.11300
6Sævarmoy05:32.25200
7Hulda05:32.34100
8Títlingur05:33.11000
9Ingibjørg05:33.38000
10Teistin05:37.01000
11Junkarin05:44.10000
12Malunarhav05:48.11000
13Hvassi05:55.11000

 

 

 

 

 

Skíggjamynd kvf.fo